Vikuætlan

Vikuætlan 6.a

Eftir páskafrítíðina kemur Katrina at hava 6a í enskum. Flokkurin kennir Katrinu frammanundan, hon hevur verði eykalærari í føroyskum hetta skúlaárið.

Andrea, sum kemur aftur frá barnsburðafarloyvi, fer at taka tímarnar sum eykalærari í føroyskum. Andreu kenna tey eisini, hana høvdu tey í innskúlingini.

Vikuætlan

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Týsdagur
30. apríl
Ítróttur
Bólkur 1 svimur
Bólkur 2 og 3 eru í høllini
Mikudagur
1. mai
Hósdagur
2. mai
Føroyskt
Heima: Les 20 min. í lesivenjingarbókini.

Í skúlanum:
- mállæra, kvennkynsorð, Nem mál í sætta s. 64 - 67.
- lesiløta
Fríggjadagur
3. mai
Føroyskt
Heima: Nem mál í sætta, ger s. 65 - 67 lidna heima, um tú ikki bleivst liðug/ur í skúlanum.

Í skúlanum:
Arbeiða víðari við yrkingum í lesibókini NEM í sætta s. 41 - 43.
Enskt
Heima:
Í skúlanum:
- gera plakatina lidna

Flokskontoin:

200kr á kontonr 9181-3889523.

Fríggjadagin 12/4 kl. 16.00 verður fernisering til framsýningina, Maskinur, ið bjarga heiminum

 Vælkomin í Norðurlandahúsið henda dagin. Vit bjóða okkurt gott at drekka, og so sleppa tit at granska maskinurnar. Gevið gætur: Tað var tíverri ikki pláss fyri øllum maskinunum, og tí er ikki vist at øll sleppa at síggja sína maskinu í framsýningini.

 Einans tvær ella tríggjar maskinur per skúla eru valdar burturúr. Hesar maskinur snúgva seg á onkran hátt um burðardygd, sum í ár er evni á barnafestivalinum FRÍTT FLOG. Framsýningin er opin til og við 14. apríl.

 Tey sum vilja hava sína maskinu heim við hendan dagin, skulu bara siga tað í móttøkuni. Tey, sum hava eina maskinu í framsýningini, kunnu heinta hana í fyrsta lagi mánadagin 15. apríl. Allar maskinur mugu heintast í seinasta lagi týsdagin 30. apríl.